
UM OKKUM
Tignir – Væl Klæddir Menn varð keypt tann 1. juli 2020 av Bergi Ryggstein.
Felagið Hans Joensen hevur verið ein væl kendur harraklædnahandil, ið varð stýrdur og rikin av abbasoni stovnaran, sum stovnaði felagið í 1889. Hans Joensen hevur verið ein kendur harra klædnahandil, sum hevur havt mong kend merkir ígjøgnum tíðina og selt klæði til føroyskar menn í øllum aldri, men seinni fyri eldri harrar.
Tá ið Bergur Ryggstein keypti handilin, varð navnið broytt til Tignir við slagorðinum Væl Klæddir Menn, sum sigur alt. Síðani keypið hevur handilin verið ígjøgnum nakrar broytingar; útsjóndin av handlinum er nú sum ein 1920’ara harraklubbi við einum djúpum grønum liti á veggjunum og stílfullum møblum. Merkini eru tey somu, Digel, Meyer og Olymp, sum hava verið drívmegin í handlinum, eru enn í dag tey mest seldu merkini, men onkur er komin afturat. Merkir sum Nimbus Nordic, Fiebig og New Canadian eru komin afturat fyri at víðka um úrvalið.
Í mars 2024 kom Dánjal Petersen uppí toymið, í dag eru Bergur og Dánjal drívmegin handan góða tænastustøðið og kundanøgdsemið í Tignir.
Soleiðis hava vit opið í Tignir
______________________________
Mánadag – 10:00 til 17:30
Týsdag – 10:00 til 17:30
Mikudag – 10:00 til 17:30
Hósdag – 10:00 til 18:00
Fríggjadag – 10:00 til 18:00
Leygardag – 10:00 til 14:00
Sunnudag – Stongt
______________________________
TOYMIÐ

Eigari / Stjóri
br@tignir.fo

Sølumaður
dp@tignir.fo
Her finnur tú okkum! Smyrilsvegur 7 á Hálsi í Havn